##med2##
Tróndur Arge reikaði fyri, at enn ein høvuðsvenjari hjá einum betradeildarliði vitjaði Rásarúmið í Krosslíð seinnapartin í dag.
Gestur í dag var Jákup Martin Joensen, ið fer í holt við sítt fjórða kappingarár sum høvuðsvenjari hjá EB/Streymi.
Tikið var samanum tíðina Jákup Martin higartil hevur havt í EB/Streymi, og spurt var inn til vónirnar fyri komandi kappingarári.
Jákup Martin er ein varin optimist, og hevur eina vón um, at EB/Streymur kann fáa góðkent kappingarár.
Jákup Martin svaraði eisini spurningum frá lurtarunum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina.