FM1: Víkingur-AB klokkan 15 og B68-NSÍ klokkan 18

Tveir dystir vera leiktir í Betrideildini hjá monnum í dag

Tveir dystir vera leiktir í 12. umfarinum í Betrideildini hjá monnum í dag.

 

Klokkan 15 tekur Víkingur móti AB í Sarpugerði í Norðragøtu. Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

 

Klokkan 18 verður sagt beinleiðis frá grannauppgerðini millum B68 og NSÍ á Svangaskarði á Toftum. 

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá báðum dystunum.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo