TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr landsliðsvenjaran og fimm landsliðsspælarar forklára 1-2 tapið ímóti Malta í EM-undankappingini.
Les eisini: Hetta er ein stórur sigur fyri okkum
Reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi samrøðurnar í Mixed Zone økinum aftaná dystin. Landsliðsvenjarin og teir fimm spælararnir halda, at føroyska liðið kom til nóg nógvar málmøguleikar til at vinna dystin, og tað var somikið hugtungari at tapa dystin.
Vit hoyra samrøðurnar á ljóðfíluni í hesari raðfylgjuni:
1) Jóan Símun Edmundsson, ið má heim til Bielefeld í Týsklandi at fáa viðgerð fyri knæskaðan.
2) Jákup Thomsen, ið stóð fyri einasta sólarglottinum á miðalhavsoynni við at skora til 1-2.
3) Atli Gregersen, liðskipari.
4) Lars Olsen, landsliðsvenjari.
5) Sølvi Vatnhamar.
6) Hallur Hansson.