##med2##
Fótbólts-Føroyar eru stoltar av sínum spælarum. Teir góvu alt teir áttu í dystinum móti Danmark í kvøld, og vit vóru so nær við at fáa ein sensasjónellan javnleik, men málið Jonas Wind skoraði í 85. minutti gjørdist tann avgerandi munurin millum liðini, og so endaði tað við einum 1-0 sigri til Danmark, ið er tað besta føroyska úrslitið móti Danmark nakrantíð.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Tróndur Arge siga frá teimum avgerandi støðunum í dystinum. Báðar VAR-avgerðirnar sum fullu ávikavist fyri og ímóti Danmark, og stóra málmøguleikan, har Jóan Símun Edmundsson fyrst stútaði bóltin á yvirleggjarin, og støðan aftaná tá Hallur Hansson hamraði bóltin uppum málið. Jens Martin Knudsen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr Trónd og Jens Martin taka samanum eitt framúrskarandi føroysk avrik, har bara tað eina stigið manglaði í fyri, at tað var fullkomið fyri føroyska liðið.