FM1: Víkingur knógvaði TB í torførum útidysti

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Eyðun Klakstein seta orð á 2-1 útisigurin á TB

##med2##

Beint áðrenn høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Eyðun Klakstein fór umborð á Smyril saman við hópinum hjá Vìkingi eydnaðist FM1 stutt at fáa orðið á Eyðun, ið saman við sínum monnum hevði vunnið ein harðvunnan 2-1 sigur á TB við Stórá í Trongisvági.

Eyðun Klakstein var fegin um at sleppa frá einum torførum útidysti við trimum góðum stigum. Nú er Víkingur við 32 stigum trý stig aftanfyri NSÍ og fimm stig aftanfyri B36. Eyðun vónar, ið hvussu er, at Vìkingur við kappingarenda kann yvirhála, ið hvussu er annað av teimum báðum liðunum.

TB – Víkingur 1-2 (1-1)

1-0: Ndende Adama Guéye 24.

1-1: Finnur Justinussen 42.

1-2: Sølvi Vatnhamar 65.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra stuttu samrøðuna FM1 gjørdi við Eyðun Klakstein. 

(Samrøða: Eyðun Klakstein)