FM1: VÍF-H71 klokkan 16 og Neistin-StÍF klokkan 19

(FM1) Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge eru frásøgumenn hjá FM1 tá 3. FM-finalurnar vera avgreiddar seinni í dag

Tað kann ikki vera meira spennandi í teimum fremstu hondbóltsdeildunum.

Í Burn Mansdeildini hava VÍF og H71 vunnið eina FM-finalu í part, og støðan er tann sama í SMS-deildini har Neistin og StÍF hava vunnið eina FM-finalu í part.

Klokkan 16 spæla VÍF og H71 3. FM-finaluna í Burn Mansdeildini í høllini í Vestmanna, og klokkan 19 spæla Neistin og StÍF 3. FM-finaluna í SMS-deildini í høllini á Hálsi í Havn.

Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge vera frásøgumenn hjá FM1 til dystirnar.

Samrøður við umboð fyri VÍF, H71, Neistan og StÍF koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir. 

Dysturin í Vestmanna verður samsendur við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna. 

Øll kunnu hoyra FM1 HER