FM1: VÍF gjørdi tað óneyðuga spennandi

(FM1) Hoyr Svein Justinussen hjá StÍF og Sjúrð Olsen hjá VÍF seta orð á 25-23 sigurin hjá VÍF í Vestmanna í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini

##med2##

VÍF gjørdi tað óneyðuga spennandi móti StÍF í dystinum í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum. VÍF var á odda 15-7 í steðginum, og tíðliga í seinna hálvleiki var støðan 17-8 til VÍF, men StÍF át leiðsluna upp, og tá støðan var bara 24-22 til VÍF misti StÍF bóltin í álopsstøðu tá tað veruliga kundið blivið spennandi.

Í høllini á Hálsi í Havn vann Neistin í sama bólki 36-24 (18-11) á Kyndli.

HER  ber til at hoyra samrøður við Borgar Sveinsson hjá Kyndli og Bence Gödör hjá Neistanum.

Neistin hevur fýra stig. VÍF og Kyndil hava tvey stig hvør, og StÍF er aftast við ongum stigi. 

Mikudagur 03.02.20 kl. 20.00 StÍF – Kyndil
Mikudagur 03.02.20 kl. 20.00 VÍF – Neistin

VÍF-StÍF 25-23 (15-7)

Toppskjúttar VÍF: Sjúrður Olsen 10, Bjarti Hansen 5 og Filip Jojic 4.

Toppskjúttar StÍF: Bjarni í Selvindi 7, Pætur Johansen 6, Jógvan G. Joensen og Sveinur Justinussen 3. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 siga frá seinastu løtuni av dystinum í Vestmanna.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við veteranin hjá StÍF, Sveinur Justinussen sum iðrar seg um, at StÍF ikki megnaði at fáa VÍF aftur móti endanum. Sveinur hevur tó vónir enn. Um StÍF vinnur á Kyndli um 10 dagar og VÍF tapir móti Neistanum kann StÍF gerast nummar tvey í bólkinum og vinna seg í hálvfinalurnar. 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við Sjúrð Olsen, ið skoraði 10 mál fyri VÍF í kvøld. Sjúrður er glaður fyri sigurin, men viðgongur, at tað gjørdist óneyðuga spennandi. Nú bíðar ein sera hørð uppgáva á heimavølli móti Neistanum um 10 dagar, har liðið skal royna at vinna seg í hálvfinalurnar.

 

 

 

(Samrøður: Sveinur Justinussen og Sjúrður Olsen)