FM1: Ungdóms og Old boys landsliðsfótbóltur

Fótbóltspanelið: Ramus Nolsøe er ein av fleiri nýggjum U-landsliðsvenjarum

Í Fótbóltspanelinum, sum er á FM1 hvønn fríggjadag frá klokkan 16 til 17, verður í dag tosað um ungdómslandsliðsfótbólt og Old boys landsliðsfótbólt.

Fótbóltssambandið boðaði í gjár frá, at fleiri broytingar eru gjørdar í venjaratoymunum hjá ungdómslandsliðnum. Millum annað eru Rasmus Nolsøe og Christian Høgni Jacobsen nýggir landsliðsvenjarar.

Rasmus Nolsøe skal venja U17-landsliðið og verður gestur í sendingini. At hjálpa sær hevur hann ongan minnin enn Fróða Benjaminsen. Rasmus Nolsøe hevur seinastu trý árini verið hjálparvenjari hjá HB.

Í sendingin verður eisini tosað við Kurt Mørkøre, sum er høvðusmaðurin aftanfyri at eitt føroyskt Old Boys landslið skal luttaka í kapping í Norra. Millum luttakarnar á føroyska liðnum eru Jens Martin Knudsen, Allan Mørkøre, Julian Johnsson, Kári Reynheim, Jákup á Borg, Christian Høgni Jacobsen, Todi Jónsson og Kurt Mørkøre sjálvur.

Fótbóltspanelið verður sent beinleiðis á FM1 frá klokkan 16. spurningar og viðmerkingar kunnu sendast á 559999.