##med2##
Í hesi løtu sigur Tróndur Arge beinleiðis frá dystinum millum Víking og NSÍ í Betrideildini hjá monnum. Hanus Jacobsen er viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
Undan dystinum prátaði Tróndur við hjálparvenjaran hjá NSÍ, Jens Martin Knudsen og høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Eyðun Klakstein.
Báðir undirstrika stóra týdningin ikki at tapa dystin í kvøld.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar.
Frásøgumennirnir hjá FM1, Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga frá øllum fimm dystunum, ið verða leiktir í Betrideildini hetta vikuskiftið.
Dystirnir eru:
Fríggjakvøld klokkan 19: Víkingur-NSÍ
Leygardagin klokkan 14: B36-Skála
Leygardagin klokkan 16: ÍF-KÍ
Leygardagin klokkan 18: EB/Streymur-TB
Sunnudagin klokkan 15: AB-HB
Klokkan 15.10 í dag verður stórt fótbóltspanel sent úr Sarpugerði í Norðragøtu.