##med2##
Undan dystinum móti KÍ við Djúpumýru í kvøld varð skipað fyri stórari upphiting kring fótbóltsøkið við Djúpumýru.
Reportarin hjá FM1, Óli G. Samuelsen sendi beinleiðis frá økinum.
Umframt at práta við kendu KÍ-fjeppararnar, Hera Signar Nolsøe og Eyðun Thorgeirsson fekk Óli eisini orðið á tveir týskar KÍ-fjepparar, ið eita Valentine Nolden og Denis Halbe.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar.