FM1: Tvímálsskjúttin hjá NSÍ fegnast - Venjarin hjá Skála iðrar seg

(FM1) Hoyr Klæmint A. Olsen hjá NSÍ og Michael Bjørn Nielsen, høvuðsvenjara hjá Skála seta orð á kommunalu uppgerðina við Løkin

Mynd: Óli G. Samuelsen

Mynd: Óli G. Samuelsen

##med2##

 

NSÍ vann 2-1 á Skála við Løkin í Runavík, fekk trý sera týdningarmikil stig og fekk luft niður til botnin. Málhetjan hjá NSÍ var sum so ofta fyrr Klæmint Andrasson Olsen, ið skoraði bæði málini. Klæmint hevur nú skotið fýra mál hetta kappingarárið.

 

NSÍ – Skála 2-1 (2-0)

 

1-0: Klæmint A. Olsen 16.

 

2-0: Klæmint A. Olsen 27. 45 m heilt úr høgru

 

2-1: Jan Ingason Hansen br 47.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Óla G. Samuelsen siga frá báðum málunum hjá NSÍ.

 

2) Hoyr samrøðuna Óli gjørdi við tvímálsskjúttan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen sum er sera glaður og lættur um sigurin og tey trý stigini. Hetta eru aðrar tíðir hjá NSÍ, og Klæmint staðfestir, at teir í NSÍ hyggja ikki so nógv eftir stigatalvuni í løtuni.

 

3) Hoyr samrøðuna Óli gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Michael Bjørn Nielsen sum enn einaferð kundi staðfesta eitt gott leikligt avrik hjá sínum monnum, men aftur haltaði tað við neyvleikanum. Michael Bjørn Nielsen heldur avgjørt, at Skála hevði sigurin uppibornan í dag, men málini hjá Klæminti og bjargingarnar hjá Karstini Hansen í NSÍ-málinum blivu munurin í dag. 

 

##med3##

 

 

 

Mynd: Óli G. Samuelsen

Mynd: Óli G. Samuelsen

Mynd: Óli G. Samuelsen

Mynd: Óli G. Samuelsen