FM1: Tvímálshetjan hjá HB náddi bara at seta orð á fyrra málið

(FM1) Hoyr málini NSÍ-HB 1-3 (0-2), og hoyr eina snarljós-samrøðu við tvímálsskjúttan hjá HB, Daniel Johansen

##med2##

HB er á gáttini til at vinna fyrstu Greipuna síðani 2004. Við 3-1 sigri á NSÍ vann HB seg við sannførandi avriki í steypafinalu nummar 41 í søgu felagsins síðani 1955. HB hevur í søguni vunnið 27 av 40 steypafinalum teir hava verið í.

Finalan komandi leygardag klokkan 16 á Tórsvølli verður ein endurtøka av steypafinaluni í fjør, tá Víkingur og HB møttust. Tá vann HB 3-1. Tá liðini møttust í steypafinaluni í 2014 vann Víkingur 1-0. 

Stóra hetjan hjá HB í dag var tvímálsskjúttin hjá HB, Daniel Johansen sum legði HB á odda longu í 8. minutti, og sum skoraði sigursmálið til 3-1 í 81. minutti. Tíverri náddi Daniel bara at tosa eitt sindur um fyrra málið í samrøðu við reportarin hjá FM1, Trónd Arge. Tá var hann róptur inn í umklæðingarrúmið at tosa út um dystin saman við hinum spælarunum hjá HB. Ein serlig løta, ið tó ikki riggar væl sum live-radio, men tað er so tað. Tað er ikki altíð, at ymiskar arbeiðsumstøður og ymisk áhugamál sampakka.

NSÍ – HB 1-3 (0-2)

0-1: Daniel Johansen (8.)

0-2: Adrian Justinussen (45.)

1-2: Klæmint A. Olsen (65.)

1-3: Daniel Johansen (81.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum fýra málunum og dystarendanum. Viðmerkjari til dystarfrásøgnina var Hjallgrím Elttør.

2) Hoyr lyn/snarljós-samrøðuna Tróndur Arge hevði við tvímálsskjúttan hjá HB, Daniel Johansen áðrenn hann brádliga mátti steðga við samrøðuni.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við málsskjúttan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen. Hoyr eisini viðmerkjaran hjá FM1, Hjalgrím Elttør taka samanum dystin og meta um finaluna millum Víking og HB. 

(NSÍ-HB 1-3 (0-2). Hoyr málini, dystarendan og eina sera stutta samrøðu við Daniel Johansen)