FM1: Trý minnilig landsliðsmál og ársins landsliðsspælari

(FM1) Klæmint A. Olsen fekk ein væl uppibornan heiður hesaferð, ið ikki var ein gullskógvur

##med2##

 

Metmaðurin, Klæmint A. Olsen sum hevur skotið 221 mál fyri NSÍ og hevur javnað metið hjá Rógva Jacobsen við 10 málum fyri føroyska landsliðið hevur mangan verið eftir einum gyltum skógvi sum ársins toppskjútti í Betrideildini.

 

Klæmint fekk ístaðin fyri ein væl uppibornan heiður sum ársins landsliðsspælari, har trý minnilig mál móti Moldova, Danmark og Ísrael vóru krúnan á einum góðum landsdystaravriki hjá Klæminti.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra løtuna tá Klæmint bleiv heiðraður sum ársins landsliðsspælari. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Klæmint, umframt ein snarskjótan samandrátt av frásagnunum hjá Tróndi á FM1 av teimum trimum landsliðsmálunum Klæmint skoraði í 2021.