Í komandi viku bíðar ein avbjóðandi og spennandi vika manslandsliðnum í hondbólti. Landsliðið skal spæla tríggjar EM-undankappingardystir uppá fýra dagar.
Mikudagin klokkan 17.30 á útivølli móti Russlandi. Fríggjadagin - Dýra Biðidag - í høllini á Hálsi klokkan 19 móti Kekkia, og í somu høll sunnudagin klokkan 17 móti Russlandi.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá øllum trimum dystunum á FM1. Tó verður talan um eina studiofrásøgn mikudagin.
Hesir eru teir 17 úttiknu til dystirnar móti Russlandi og Kekkia :
Nicholas Satchwell, KA Akureyri
Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil
Rói Berg Hansen, HØJ
Sjúrður Olsen, VÍF
Brandur Halgirson, Ajax København
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger
Filip Jojic, VÍF
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Peter Krogh, H71
Vilhelm Poulsen, Fram
Allan Norðberg, KA Akureyri
Hákun West av Teigum, Skanderborg Håndbold
Pætur Mikkjalsson, SUS Nyborg
Rógvi Dal-Christiansen, Fram
Teis Horn Rasmussen, TM Tønder
Pætur Thomsen, H71
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra eina samrøðu FM1 gjørdi við landsliðsvenjaran, Sonni Larsen fyrr í kvøld.
Sonni staðfestir, at talan verður um torførar dystir, men avrikið í seinna hálvleiki í seinasta heimadystinum móti Ukraina gevur vónir um, at tað hesaferð kann bera á mál.
Sonni vónar, at allir teir óføru áskoðararnir sum vóru til FM-finalurnar eisini fara at finna vegin til høllina á Hálsi og geva føroyska liðnum ein stuðul sum munar.