FM1: Todi er vónbrotin - Danski trímálsskjúttan hjá 07 Vestur fegnast

(FM1) Hoyr trímálsskjúttan hjá 07 Vestur, Mads Borcher og venjaran hjá NSÍ, Toda Jónsson seta orð á 3-2 sigurin hjá 07 Vestur

##med2##

 

Tað vóru níggju gyltir minuttir hjá áleyparanum, Mads Borcher sum bjargaði 07 Vestur øll trý stigini móti NSÍ á Dungasandi í Sørvági í dag. Báðumegin steðgin syrgdi Mads Borcher fyri einari 3-0 leiðslu til 07 Vestur. NSÍ vaknaði seinastu 20 minuttirnar og fekk minka um við tveimum málum, men nærri komu runavíkingar ikki.

 

07 Vestur – NSÍ 3-2 (1-0)

 

1-0: Mads Borchers 45.

 

2-0: Mads Borchers 52.

 

3-0: Mads Borchers 54.

 

3-1: Hans Marius Davidsen 70.

 

3-2: Klæmint A. Olsen 88.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar sum vóru í sendingini "Triðja Hálvleiki" við Mads Borchers, trímálsskjútta hjá 07 Vestur og Toda Jónsson, NSÍ-venjara.

 

Danski áleyparin hjá 07 Vestur stórfegnast og staðfestir, at hann hevur ongantíð áður skorað eitt so skjótt hattrick í vaksnamannafótbólti. Hann er glaður fyri at spæla í Føroyum og spæla við 07 Vestur undir leiðslu av Michael Schjønberg.

 

Todi finnur lítlan ugga í avrikinum seinastu løtuna tá NSÍ mundi vunnið seg uppá javnleik. Todi heldur, at aftaná nøkur góð leiklig avrik undanfarnu dystirnar fall tað saman hjá unga NSÍ-liðnum í dag.