FM1: Teitur tók samanum avrikini hjá øllum Betrideildarliðunum

(FM1) Hoyr sendingina Fótbóltspanelið her

##med2##

 

Teitur Joensen var gestur hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag, og tók samanum avrikini hjá teimum 10 Betrideildarliðunum higartil í kappingini.

 

Vónbrotini eru B36, Skála og serliga NSÍ. KÍ og Víkingur hava gjørt tað framúr, og EB/Streymur hevur eisini staðið seg væl eftir umstøðunum.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina. 

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum millum KÍ og Skála, og sendir eisini frá FM-steypahandanini aftaná dystin. Dysturin byrjar klokkan 15.15. Millum klokkan 17.30 og 19 fer FM1 at ringja til formenn í ymiskum Betrideildarfeløgum fyri at taka samanum kappingarárið 2022. 

 

 

 

Fótbóltspanelið 21. oktober. Gestur: Teitur Joensen

Fótbóltspanelið 21. oktober. Gestur: Teitur Joensen