FM1: Teitur og Ósá staðfestu ruddiliga uppiborið FM hjá HB

(Gullradio á FM1) Gestir í Fótbóltspanelinum á FM1, ið var partur av Gullradio vóru Teitur Joensen og Jákup Ósá

##med2##

Seinnapartin hevur FM1 sent "Gullradio" á 14. sinni í søguni hjá FM1/Rás2.

Triði senditímin var Fótbóltspanelið, ið snúði seg í allarmestan mun um FM-vinnararnar, HB.

Gestir hjá Tróndi Arge vóru Teitur Joensen, viðmerkjari og Jákup Ósá frá bolt.fo og Norðlýsinum.

Teitur og Jákup staðfesta eitt leikliga, og Jákup eisini eitt hagtalsliga ruddiliga uppiborið FM-heitið hjá HB í hesum kappingarárinum.

Tróndur og Teitur greinaðu eisini ymisku keturnar hjá HB, og Teitur helt seg ikki annað enn, at hann mátti staðfesta góð avrik yvir alla linjuna.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Fótbóltspanelið, ið var partur av Gullradio á FM1 í dag. 

HER  ber til at hoyra eina ljóðkavalkadu við frásagnarbrotum og samrøðubrotum frá teimum 26 dystunum HB hevur leikt í Betrideildini í ár. 

HER  ber til at hoyra annan senditíman í Gullradio. Petur Asbjørn Lervig prátaði við HB-arar uppi í HB-húsinum í Gundadali. 

HER  ber til at hoyra fjórða senditíman í Gullradio. Gestir vóru HB-veteranarnir, Eyðun Samuelsen, Vagnur Mohr Mortensen og Páll Mohr Joensen.

(Triði senditímin í Gullradio: Fótbóltspanelið. Gestir: Teitur Joensen og Jákup Ósá)