##med2##
Meðan níggju av tíggju Betrideildarliðum kunnu ferðast til útivallardystir ógvuliga skjótt nú vit hava tríggjar undirsjóartunnlar á meginøkinum er støðan ikki tann sama hjá TB.
- Vit brúka 12 til 14 tímar annanhvønn sunnudag at ferðast til og frá útidystum. Tað gevur nakrar avbjóðingar, men tað kann eisini fremja eitt gott samanhald.
Hetta sigur høvuðsvenjarin hjá TB, Michael L. Winther sum var gestur hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag.
Í sendingini greiddi Michael L. Winther frá hvussu hann endaði í Føroyum aftaná at hava vant fleiri lið í Danmark. Hann valdi at taka av spennandi uppgávuni, ið hann nevnir eitt ævintýr, men hann hevur skerdar umstøður í mun til fleiri onnur lið í Betrideildini, men hann slær fast, at spælararnir hjá honum hava eitt gott samanhald og teir duga at stríðast.
TB greiddi væl verjupartin í fjør, men skoraði bert 20 mál í 27 dystum, og tann parturin má betrast um TB skal avrika betur enn í fjør.
Nakrir lurtarar sendu eisini spurningar og viðmerkingar inn til Michael L. Winter.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina.