##med2##
Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, hevur í dag úttikið 22 spælarar, sum skulu spæla móti Spania og Norra ávikavist fríggjadagin 7. og sunnudagin 10. juni.
Hoyr tíðindafundin við at trýsta á pílin undir myndini
FM1 sendi beinleiðis frá tíðindafundinum. Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra tað, sum Lars Olsen hevði at siga, tá hann setti navn á teir 22 spælararnar, ið eru úttiknir til landsliðið.
##med3##
Millum annað eru Jóan Símun Edmundsson, Gunnar Nielsen og Sonni Ragnar Nattestad ikki við á landsliðnum, meðan Jákup Biskopstø Andreasen úr KÍ og Andrias Høgnason Eriksen úr B36 eru nýggir á landsliðnum. Hartil er Jóannes Bjartalíð aftur á landsliðnum.
Hópurin:
Málverjar:
Teitur Matras Gestsson, HB
Karstin Hansen, Skála
Kristian Joensen, KÍ
Verjuspælarar:
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, Hamarkameratene (NOR)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DAN)
Magnus Egilsson, HB
Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (NOR)
Andrias Høgnason Eriksen, B36
Miðvallarar:
Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DAN)
Rene Shaki Joensen, Grindavík (ÍSL)
Hallur Hansson, AC Horsens (DAN)
Brandur Hendriksson Olsen, FH Hafnarfjørður (ÍSL)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (ÍSL)
Árni Frederiksberg, B36
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Meinhard Egilsson Olsen, Kristiansund BK (NOR)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Framherjar:
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Jákup Ludvig Thomsen, FH Hafnarfjørður (ÍSL)
Jóannes Bjartalíð, KÍ