##med2##
- Fyrsta bjargingin var sera týdningarmikil. Hetta sigur Rói Zachariassen hjá EB/Streymi sum vardi føroyska málið sera væl í tepra 0-2 ósigrinum móti verandi U21-evropameistarunum, Spania um hvussu týdningarmikið tað er hjá einum málverja at koma væl frá byrjan.
Føroyar – Spania 0-2 (0-0)
U-21 EM undankappingardystur
0-1: Brahím Diaz 51.
0-2: Brahím Diaz 91.
- Tað var stuttligt at sleppa at spæla ein slíkan dyst, sigur Rói Zachariassen sum kann fegnast um góða leikliga avrikið hjá sær og liðfeløgunum móti krútsterka spanska liðnum.
Rói hevur alt gott at bera navnanum, Mørk Hentze sum hevur vart føroyska málið undanfarnu dystirnar: - Rói hevur staðið væl í ár, og hevur vart málið uppiborið sigur Rói Zachariassen um navnan.
Nú vónar Rói Zachariassen, ið hesaferð kappast við Bárð á Reynatrøð hjá Skála og Jákup Nolsøe Olsen hjá ÍF, at hann aftur sleppur at verja føroyska málið komandi dyst.
Føroyar liggja á aftasta plássi við trimum stigum. Fýra stig eru upp til Montenegro, ið Føroyar spæla ímóti á Svangaskarði á Toftum. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum, ið byrjar klokkan 17 týsdagin.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Róa Zachariassen aftaná dystin móti Spania á Tórsvølli.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðformannin, Petur Knudsen.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Bagga, ið er U21-landsliðsvenjari.
##med3##