##med2##
Leingi sá út til, at H71 fór at knógva Stjørnuna í dystinum í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini, ið var í KÍ-høllini í Klaksvík í kvøld. H71 hevði greiða leiðslu, men klaksvíkskvinnur stríddu seg innaftur í dystin og megnaðu at fáa ein flottan javnleik 24-24. Í steðginum var H71 á odda 13-10.
H71 hevur nú trý stig, Neistin hevur tvey stig, Stjørnan hevur eitt stig og VB er aftast við ongum stigi.
Sunnudagur 24.01.21 kl. 14.00 Neistin – VB (FM1) Sigur frá dystinum
Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 H71 – Neistin
Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 VB – Stjørnan
Stjørnan-H71 24-24 (10-13)
Toppskjúttar Stjørnan: Iulia Nalivko 10, Katrin Bertholdsen 7 og Tóra Eliasen 2.
Toppskjúttar H71: Maria H. Weyhe 12, Marita Mortensen 3, Brynhild Pálsdóttir 2 og Durita Toftum Joensen 2.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá dramatiska dystarendanum. Mona Váðklett var viðmerkjari til dystarfrásøgnina, og hon tók stutt samanum dystin.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við málverjan hjá Stjørnuni, Birita Ryan sum stóð framúr væl, serliga seinastu løtuna. Birita slær fast, at óannsæð hvat stigatalvan í SMS-deildini vísir, so ætla tær í Stjørnuni at vísa øllum, at tær leikliga ikki eru eitt botnlið.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við ein vónbrotnan venjara hjá H71, Inga Olsen sum er vónsvikin av, at H71 við greiðari seksmáls leiðslu ikki megnaði at toga sigurin heim. Nú er bólkurin víðopin aftur, staðfestir Ingi Olsen.