FM1: Stefan avgjørdi aftur fyri TB

Hoyr samanumtøku og samrøður frá dystinum TB-ÍF 1-0

##med2##

Í gjár vóru tríggir dystir í 11. umfari í betri deildini hjá monnum. Heima í Trongisvági vann TB sær í dag trý týdningarmikil stig ímóti botnliðnum í deildini, ÍF. Tað var stóri profilurin hjá TB hetta kappingarárið, Stefan Radosavljevic, sum í sínum fyrsta dysti eftir at hava sitið leikbann av sær syrgdi fyri einum teprum 1-0-sigri til TB. Málið skeyt hann 10 minuttir fyri leiklok, og tey trý stigini í dag lyfta TB átta stig frá botninum.

Hoyr samrøðurin við at trýsta á pílin undir myndini 

FM1 fylgdi dystinum og tosaði við Jóhan Petur Olgarsson, ið hugt at dystinum. Eisini tosaði FM1 við málskjúttan hjá TB, Stefan Radosavljevic og venjaran hjá ÍF, Hans Jørgen Djurhuus. Hoyr samrøðurnar við at trýsta á pílin undir myndini. 

TB - ÍF 1-0 (0-0) 

1-0: Stefan Radosavljevic, 80.

 

Betrideildin - støðan: 

1. KÍ 26 stig (11 dystir) 

2. B36 24 stig (11 dystir)

3. NSÍ 22 stig (10 dystir)

4. Víkingur 20 stig (10 dystir)

5. HB 18 stig (10 dystir)

6. Skála 15 stig (10 dystir)

7. TB 12 stig (11 dystir)

8. EB/Streymur 7 stig (11 dystir)

9. AB 4 stig (11 dystir)

10. ÍF 4 stig (11 dystir)

FM1: Samrøður eftir dystin millum TB og ÍF