FM1: Stóðu væl í 37 minuttir men so skrædnaði

(FM1) Hoyr hjáparvenjarin hjá NSÍ seta orð á óneyðugt stóra ósigurin móti Aberdeen á Pittodrie leikvøllinum

##med2##

Tað vóru blandaði bomm tá Europa League-luttøkan hjá NSÍ hesaferð skal umráðast.

Fyrst stórsigur á Barry Town United farna hóskvøld, og í kvøld 0-6 stórtap móti Aberdeen.

Hjálparvenjarin hjá NSÍ, Jens Martin Knudsen heldur, at talan var um eitt óneyðuga stórt tap, har byrgt burdi verið fyri onkrum av málunum.

NSÍ stóð væl á vøllinum í 37 minuttir, men so fekk Aberdeen tvey heldur løtt mál, og so fóru runavíkingar til hálvleiks aftanfyri 0-2. 

Jens Martin Knudsen greiðir frá, at tað kendist sum teir hjá Aberdeen bara vuksu í seinna hálvleiki, og uppgávan gjørdist bara tyngri og tyngri.

Ein glotti er tó, at Jens Martin er avgjørdur um, at talan hevur verið um lærdóm, um enn dýran lærdóm fyri Ungu NSÍ-spælararnar.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Jens Martin Knudsen nakað aftaná dystin.

HER  ber til at síggja málini Aberdeen skoraði móti NSÍ.

 

(Samrøða: Jens Martin Knudsen um stórtap í Aberdeen)