##med2##
Fyrstu 20 minuttirnir vóru ringir hjá Jákupi Martini Joensen at vera eygnavitni til við Margáir í Streymnesi, tá EB/Streymur fyrr í dag tapti 2-6 móti B36. Fyrri hálvleikur var ikki hálvliðin, og so var støðan 4-0 til B36.
EB/Streymur – B36 2-6 (1-5)
0-1: Andrass Johansen 5.
0-2: Eli Falkvard Nielsen 9.
0-3: Ragnar Samuelsen 15.
0-4: Stefan Radosavljevic 20.
1-4: Niklas T. Kruse br 35.
1-5: Andreas Thomsen 37.
2-5: Niklas T. Kruse 58.
2-6: Stefan Radosavljevic 80.
Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen slær fast, at tað er rættiliga sárt at fáa slík stórtap, men hetta skeiklar ikki menningartilgongdina teir eru í holt við í EB/Streymi.
EB/Streymur hevur fýra dystir eftir at leika, og fara sundalagsmenn at kýta seg at leggja aftrat teimum 20 stigunum liðið longu hevur.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Jákup Martin Joensen.
HER ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg.