FM1: Stórt fótbóltspanel í dag

Í dag verður stórt Fótbóltspanel á FM1, har millum annað ársins lið higartil verður sett

Í dag verður stórt Fótbóltspanel í Sportboxini á FM1 frá klokkan 15 til 17. Av tí at ein triðingur er spældur verður hugt nærri at øllum liðunum, og ársins lið higartil verður sett av gestunum.

Í sendingini verða hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið eisini greinaðar. Hví vinnur HB altíð í Klaksvík og skuldi dómarin havt blást dystin í Gøtu av, eru millum spurningarnar.

Síðani verður ársins lið higartil sett, áðrenn gongdin hjá øllum liðunum í Betri deildini hjá monnum verður greinað. Er tað nakað lið, sum hevur skarað framúr, og hevur nakar dumpað? Og hvør er ársins spælari higartil? Eisini verður hugt fram til 11. umfar, ið verður sunnudagin og mánakvøldið.

Gestir í Fótbóltspenalinum verða Leivur Frederiksen, ítróttarredaktørur í Kringvarpinum, og Jákup Ósá, ítróttarskrivari á Bolt.fo og Norðlýsinum.

Tú kanst eisini luttaka í sendingini við at senda spurningar ella viðmerkingar á 559999.