##med2##
Neistamenn vunnu seg upp á annað plássið í Okkaradeildini við einum tryggum 35-27 sigri á StÍF í hølini á Hálsi í Havn. Longu í steðginum var Neistin á odda 19-11.
Dánjal Ragnarsson er í stórformi fyri tíðina. Og í dag skoraði hann ikki færri enn 14 mál fyri Neistan. Jóannes Prestá gjørdist toppskjútti hjá StÍF við seks málum.
Dánjal Ragnarsson staðfesti eisini í samrøðu við Sjúrð H. Hoydal á FM1, at tað er stuttligt hjá honum og liðfeløgunum fyri tíðina, og nú ætla teir at halda fast við gongdina.
Sjúrður H. Hoydal prátaði eisini við fimmmálsskjúttan hjá StÍF, Martin Danielsen sum var sera vónbrotin av, at StÍF ikki kundi avrika betri í einum so týðandi dysti.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøður við Dánjal Ragnarsson og Martin Danielsen.
##ms##
| Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
|---|---|---|---|---|---|
| H71 | 14 | 403 | 327 | 76 | 24 |
| NEISTIN | 15 | 405 | 363 | 42 | 18 |
| VÍF | 15 | 417 | 388 | 29 | 18 |
| KÍF | 15 | 393 | 361 | 32 | 17 |
| STÍF | 15 | 417 | 426 | -9 | 17 |
| KYNDIL | 14 | 358 | 377 | -19 | 8 |
| TEAM KLAKSVÍK | 14 | 288 | 439 | -151 | 0 |











