Í Sportboxini, sum verður á FM1 í dag millum klokkan 15 og 17, verður tosað um fótbólt, flogbólt, hondbólt og tennis.
Í fyrra tímanum fer tað at snúgva seg um eitt nú føroyskan landsliðsflogbólt. Tí Flogbóltssambandið hevur boðað frá, at samstarvið er endað við landsliðsvenjararnar. Óli G. Samuelsen, flogbóltsáhugaður, vitjar í studio.
Hondbóltskapping er byrjað og vit hyggja nærri at gongdini teir fyrstu dystirnar, og runda eisini onkrar av útisetunum. Eitt nú er Elias á Skipagøtu Ellefsen kunngjørdur í týskum felagi.
Bæði Serena Williams og Roger Federer hava boðað frá, at tey gevast við tennis á hægsta stigi. Hvønn týdning hava tey havt fyri tennis, og hvat merkir tað fyri framtíðina. Julian Johansen, hondbóltsvenjari og tennisáhugaður, smasjar til tvær flugur við einum smekki.
23. umfar í Betri deildini verður um vikuskiftið. Longu í kvøld eru tveir dystir. Í Klaksvík kann KÍ taka eitt stórt fet nærri FM-heitinum við einum sigri. Eitt so stórt fet, at um Víkingur fær færri stig í dystunum á Tórsvølli móti HB í annaðkvøld, so verður KÍ meistari leygardagin uttan at spæla. Símun Samuelsen metir um komandi umfar.