##med2##
Tað eru harðar venjingar og likamligar venjingar hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti í hesum døgum. Komandi dagarnar bíða stórar uppgávur í EM-undankappingini.
Mikukvøldið klokkan 20 eru vít á heimavølli móti Kekkia, og leygardagin taka kekkar móti Føroyum.
Tíverri hevur ætlaði landsliðs-debutanturin, Filip Jojic fingið ein lítlan skaða, men annars staðfestir Sonni Larsen, landsliðsvenjari, at allir spælarar eru tøkir og væl fyri.
Føroyska landsliðið hevur ongantíð havt fleiri spælarar uttanlands, ið spæla á hægra støði og Sonni Larsen gleðist um tann góða framburðin, ið merkist á liðnum.
Men tað er eitt krútsterkt lið føroyingar møta. 29. desember vann Kekkia ein sannførandi 28-21 (9-9) sigur á Slovakia í einum venjingardysti. Fyri einum ári síðani taptu Føroyar sera tepurt 26-27 móti Slovakia í HM-undanundankappingini, ið var í Luksemborg.
Hóast talan er um eitt sterkt mótstøðulið við spælarum úr sterkum hondbóltsdeildum so sum bundesliguni í Týsklandi, so er Sonni Larsen varin optimist. Og so leggur Sonni eisini stóran týdning í, at hesaferð eru Føroyar veruliga á heimavølli.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Sonni Larsen fyrr í dag.