##med2##
EB/Streymur – 07 Vestur 0-3 (0-0)
0-1: Daniel Obbekjær (58.)
0-2: Jasper Van Der Heyden (65.)
0-3: Janus Svabo Samuelsen (73.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin, Tróndur Arge og viðmerkjaran, Teitur Joensen siga frá teimum trimum málunum.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við hjálparvenjaran hjá 07 Vestur, Tór-Ingar Akselsen.
- Hetta var ikki tað, sum vit høvdu ætlað. Tá ið teir løgdu seg á odda, so vóru vit noyddir at spenna álopsbogan, og tað bar við sær, at teir fingu møguleikar og tóku av. Vit eru allir øgiliga vónbrotnir, tí nú er møguleikin at vinna europeisku atgongumerkini sera lítil. Vit høvdu møguleikar í fyrra hálvleiki, men tá tóku vit tíverri ikki av. Høvdu vit tá skorað tey bæði málini, sum vóru kolldømd fyri rangstøðu, so hevði tað sjálvandi tørnað øðrvísi út, men teirra skjótu framrættaðu spælarar vóru óførir, og inntil teir skoraðu, var tað púra opið. Okkara góvu alt, men í dag vóru marginalirnir ikki við okkum. Okkara menn eru ikki nøgdir við, at málið varð kolldømt, sum Bogi Reinert-Petersen skoraði í fyrra hálvleiki, og so var tað frustratión, tá ið sami spælari í síðsta sekundi sá beinleiðis reytt kort, sigur Jákup Martin Joensen venjari hjá EB/Streymi í samrøðu við FM1.
- Enn hava vit ikki tryggjað okkum plássið í deildini, men hetta hjálpir heilt nógv. Um vit vinna eitt stig sunnudagin ímóti Skála, so verður tað greitt, at vit eisini næsta ár fara at spæla í bestu deildini. Men tað var tættari, enn úrslitið bendir á. Í fyrra hálvleiki vórðu tvey mál hjá teimum kolldømd fyri rangstøðu. Um teir høvdu skorað fyrst, so hevði tað lagað seg øðrvísi, tí teir í EB/Streymi duga væl at verja leiðslu. Men nú tørnaði tað soleiðis út, sum tað gjørdi, og vit eru ovurfegnir. Í fyrra hálvleiki var Ari í Haraldstovu Petersen brandur í málinum, og tá ið vit høvdu økt um leiðsluna, øktist sjálvsálitið, spælararnir tordu at halda upp á bóltin, og tað bar til at skifta ungar spælarar inn. Vit eru fegnir, sigur 07 Vestur hjálparvenjarin Tór-Ingar Akselsen í samrøðu við FM1.