FM1: Soleiðis vann Víkingur stórsigur á AB

(FM1) Hoyr samrøður við Jákup Paula Breckmann hjá AB og Arnbjørn Svensson hjá Vìkingi um 7-0 stórsigurin hjá Víkingi á AB

Andreas Lava Olsen skoraði hattrick fyri Víking í dag

Andreas Lava Olsen skoraði hattrick fyri Víking í dag

##med2##

 

Víkingur flongdi AB í Sarpugerði seinnapartin í dag. AB hevur annars gjørt tað framúr gott seinastu dystirnar við góðum útisigrum á B36 og NSÍ, men í dag fingu teir ikki eitt bein til jørðina, og máttu leggja rygg til eitt 0-7 stórtap.

 

Víkingur er við 28 stigum nú bert trý stig aftanfyri KÍ, ið tó hevur ein dyst til góðar móti EB/Streymi á heimavølli í annaðkvøld klokkan 19.

 

Víkingur-AB 7-0 (5-0) 

 

1-0 Arnbjørn Svensson (16.)

 

2-0 Sølvi Vatnhamar (21.)

 

3-0 Andreas Lava Olsen  (27,)

 

4-0 Andreas Lava Olsen (33.)

 

5-0 Andreas Lava Olsen (42.)

 

6-0 Jákup Johansen (71.) 

 

7-0 Sølvi Vatnhamar br. (81.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin, Petur Asbjørn Lervig siga frá teimum sjey málunum, ið komu í dystinum í Sarpugerði.

 

2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við ein sera vónbrotnan liðskipara hjá AB, Jákup Paula Breckmann sum staðfesti, at teir í AB løgdu eitt sera vánaligt avrik fyri dagin.

 

3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við 1-0 málskjúttan hjá Víkingi, Arnbjørn Svensson sum fegnast um sigurin. Arnbjørn og liðfelagarnir liva í vónini, at teir framvegis kunnu fáa KÍ aftur á stigatalvuni. 

 

Andreas Lava Olsen skoraði hattrick fyri Víking í dag

Andreas Lava Olsen skoraði hattrick fyri Víking í dag

Víkingur-AB 7-0 (5-0): Hoyr frásøgn av málunum og samrøður við Jákup Paula Breckmann og Arnbjørn Svensson

Víkingur-AB 7-0 (5-0): Hoyr frásøgn av málunum og samrøður við Jákup Paula Breckmann og Arnbjørn Svensson