FM1: Soleiðis vann Víkingur stórsigur á AB

(FM1) Hoyr Rógva Skála hjá AB og Bárð J. Hansen seta orð á 4-1 sigurin hjá Víkingi í Sarpugerði

##med2##

 

Víkingur vann stórsigur á AB í tí útsetta dystinum frá 3. umfari í Betrideildini. Víkingur vann 4-1. Serliga fyrsta partin av seinna hálvleik var avrikið Víkingi framúr gott.

 

Víkingur – AB 4-1 (1-0)

 

1-0: Sølvi Vatnhamar br (9.)

 

2-0: Olaf Bárðarson (50.)

 

3-0: Olaf Bárðarson (62.)

 

4-0: Sølvi Vatnhamar (64.)

 

4-1: Agustin Marsico (65.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin, Petur Asbjørn Lervig og viðmerkjaran, Gert Hansen siga frá teimum fimm málunum.

 

2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við ein fáorðaðan Rógva Skála hjá AB, ið hevur eyguni eftir komandi dystinum, botnuppgerðini móti B68 á Argjum.

 

3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við Bárð J. Hansen, ið var sera fegin um, at Víkingur fekk høvið at reisa seg aftur aftaná 0-1 tapið fyri KÍ í Klaksvík farna leygardag.

 

4) Hoyr Gert Hansen taka samanum ein fult uppibornan sigur til Víking.