FM1: Soleiðis vann Víkingur enn eina grannauppgerð

(FM1) Hoyr málini og samanumtøku frá dystinum Víkingur-ÍF 3-2 (0-1)

##med2##

 

Víkingur var enn einaferð á ÍF, og við 3-2 sigrinum í dag hevur Víkingur vunnið níggju stig av níggju møguligum móti grannunum úr Fuglafirði í Betrideildini 2021. ÍF var annars á odda 1-0 í steðginum, men Víkinga-maskinan var betri smurd í seinna hálvleiki og uppá seks gyltar minuttir vendi Víkingur 0-1 til 3-1 áðrenn ÍF svaraði aftur við einum máli. Víkingur er sera nær við at tryggja sær silvurkrónurnar nú, og tær vera staðfestar um KÍ vinnur útsetta dystin á HB komandi mikukvøld klokkan 18.

 

Víkingur-ÍF 3-2 (0-1)

 

0-1 Hans Jákup Lervig (42)

 

1-1 Atli Gregersen br. (79)

 

2-1 Arnbjørn Svensson (81)

 

3-1 Jákup Johansen (85)

 

3-2 Bogi Reinert Petersen (87)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig og viðmerkjaran, Hanus Jacobsen siga frá teimum fimm málunum.

 

2) Hoyr Petur Asbjørn og Hanus taka samanum dystin og støðuna í Betrideildini og ikki minst støðuna í 1. deild sum kann koma at ávirka niðurflytingarstríði hjá liðnum sum endar næstaftast í Betrideildini. 

 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Petur Asbjørn gjørdi við ÍF-venjaran, Agnar Prestá og liðskiparan hjá Víkingi, Atla Gregersen.