FM1: Soleiðis vann KÍ stórsigur á B68

(FM1) Hoyr samrøðurnar Petur Asbjørn Lervig gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B68 og hjálparvenjaran hjá KÍ um B68-KÍ 0-5 (0-3)

##med2##

 

21 stig av 21 møguligum, 24 mál í sjey dystum og bara eitt mál farið inn. Væl smurda maskinan hjá KÍ koyrir bara, og tí dag gekk tað útyvir B68, ið mátti leggja rygg til eitt 0-5 stórtap á heimavølli.

 

Komandi leygardag sleppur KÍ á heimavølli at spæla sín higartil torførasta dyst tá nummar tvey á stigatalvuni, Víkingur kemur á vitjan í Klaksvík. 

 

B68 – KÍ 0-5 (0-3)

 

0-1: Jóannes Bjartalíð br 22.

 

0-2: Árni Frederiksberg 29.

 

0-3: Páll A. Klettskarð 34.

 

0-4: Páll A. Klettskarð 60.

 

0-5: Jóannes Bjartalíð 75.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig siga frá teimum fimm málunum hjá KÍ.

 

2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B68, ið mátti ásanna, at teir høvdu møtt yvirmaktini í dag. Øssur iðrar seg um, at B68 í sjey dystum bara hevur fingið fimm stig.

 

3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við hjálparvenjaran hjá KÍ, Agnar Prestá sum gleðiliga kundi staðfesta enn eitt gott avrik hjá KÍ.