##med2##
KÍ er á gáttini til at tryggja sær 20. meistaraheitið í søgu felagsins aftaná 3-0 heimasigurin á B68 í kvøld. Vinnur Víkingur ikki á HB á Tórsvølli í annaðkvøld verður KÍ staðfestur FM-vinnari 2022.
KÍ – B68 3-0 (1-0)
1-0: Páll A. Klettskarð (29.)
2-0: Páll A. Klettskarð (85.)
3-0: Jóannes Bjartalíð (90.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin, Petur Asbjørn Lervig siga frá teimum trimum málunum.
2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við Aleksandur Ó. Jensen hjá B68, ið iðrar seg um, at teir í B68 lótu nøkur ov løtt mál inn í kvøld.
3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við tvímálsskjúttan hjá KÍ, Páll A. Klettskarð, ið fegnast um sigurin og um málini. Páll heldur, at tað er sjálvandi stuttligari at vinna FM-gullið aftaná ein dyst ein hevur spælt sjálvur, men teir taka tað sum tað kemur.