FM1: Soleiðis vann HB aftur á B36

(FM1) Hoyr samrøður við sigursmálskjúttan hjá HB og við høvuðsvenjaran hjá B36

##med2##

 

HB hevur seinastu trý kappingarárini havt gott tak á B36. B36 hevur ikki vunnið á HB í bestu mansdeildini síðani 7. apríl í 2019, og í kvøld vann HB fyri aðru ferð hetta kappingarárið 1-0 á B36.

 

HB hevur nú vunnið seg upp á triðja plássi við 22 stigum. Enn er tó eitt fitt pettið upp til KÍ sum hevur 34 stig á fyrsta plássi, og til Víking sum hevur 28 stig á øðrum plássi.

 

B36 verður hangandi á 19 stigum, og er nú nummar fýra.

 

B36-HB 0-1 (0-1)

 

0-1 Pætur J. Petersen (41.) 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumanni hjá FM1, Óla G. Samuelsen og viðmerkjaran, Hanus Thorleifsson siga frá sigursmálinum hjá HB.

 

2) Hoyr samrøðuna Óli gjørdi við sigursmálskjúttan hjá HB, Pætur J. Petersen sum heldur, at HB átti at havt lukkað dystin við teimum nógvu málmøguleikunum.

 

3) Hoyr samrøðuna Óli gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Dan Brimsvík sum ikki er nøgdur við úrslitið, men er nøgdur við hugburðin hansara leikarar vístu í dystinum í kvøld.

 

4) Hoyr Hanus Thorleifsson taka samanum tað, ið hann metir vera ein uppiborin sigur til HB. 

 

 

 

 

 

B36-HB 0-1 (0-1) - Hoyr sigursmálið og samrøður við sigursmálskjúttan, Pætur J. Petersen og við høvuðsvenjaran hjá B36, Dan Brimsvík. Hoyr samanumtøku hjá viðmerkjaranum, Hanusi Thorleifsson.

B36-HB 0-1 (0-1) - Hoyr sigursmálið og samrøður við sigursmálskjúttan, Pætur J. Petersen og við høvuðsvenjaran hjá B36, Dan Brimsvík. Hoyr samanumtøku hjá viðmerkjaranum, Hanusi Thorleifsson.