##med2##
B36 tryggjaði sær pláss í hálvfinalunum í kappingini um løgmanssteypið við 3-2 sigri á EB/Streymi í Hólmanum á Eiði. B36 kom framum 3-1, men móti endanum fekk gamli málrevurin, Arnbjørn Hansen spenning í dystin aftur, men B36 hóraði undan trýstinum móti dystarendanum.
EB/Streymur-B36 2-3 (1-1)
0-1 Andrass Johansen (22.)
1-1 Niklas Kruse (24.)
1-2 Bjarki Nielsen (65.)
1-3 Bjarki Nielsen (86.)
2-3 Arnbjørn Hansen (90.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1)Hoyr Petur Asbjørn Lervig siga frá teimum fimm málunum sum komu í dystinum í Hólmanum á Eiði. Viðmerkjari til dystarfrásøgnina var Brian Olsen.
2) Hoyr Brian Olsen stutt taka samanum dystin.
3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við ein heldur misnøgdan EB/Streyms høvuðsvenjara, Jákup Martin Joensen sum heldur, at Bjarni Petersen hjá B36 skuldi fingið reytt kort fyri at forða Heðin Klakstein hjá EB/Streymi í einari álopsstøðu, har Bjarni fekk gult. Jákup Martin er nøgdur við leikliga avrikið hjá sínum monnum, men harmast úrslitið.
4) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við ein munandi nøgdari høvuðsvenjara hjá B36, Dan Brimsvík sum fegnast um víðari luttøkuna, men hann harmast, at B36 letur ov løtt mál inn og, at liðið ikki fær meira útteljing fyri sínar málmøguleikar. Dan heldur ikki, at Bjarni Petersen átti reytt kort í støðuni Jákup Martin dróg fram í samrøðuni við Petur Asbjørn.
Kappingin um løgmanssteypið heldur fram í morgin. Klokkan 15 spæla ÍF og Víkingur fjórðingsfinalu í Fløtugerði í Fuglafirði. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.