##med2##
Loksins vann B36 á einum øðrum Topp-5 liði í Betrideildini hetta kappingarárið. Hetta gjørdist veruleiki við 2-0 sigrinum hjá B36 á Víkingi í útsetta dystinum frá 26. umfari, ið var avgreiddur á Tórsvølli í kvøld.
B36 er nú eitt stig frammanfyri NSÍ. B36 hevur 45 stig á fjórða plássi, og NSÍ hevur 44 stig á fimta plássi. Sunnudagin klokkan 16 spæla liðini við Løkin í Runavík eina finalu um fjórða plássið, ið gevur atgongd til Europa Conference League undankappingina í 2022 um ikki nummar fimm vinnur kappingina um løgmanssteypið.
Víkingur endaði eitt stig aftanfyri HB og má taka til takkar við bronsuheiðursmerkjunum.
Víkingur og B36 møtast aftur í hálvfinalunum í kappingini um løgmanssteypið. Leygardagin 20. november í Sarpugerði, og Sunnudagin 28. november í Gundadali.
B36 – Víkingur 2-0 (2-0)
1-0: Hannes Agnarsson (23.)
2-0: Magnus Holm Jacobsen (29.)
Á ljóðfiluni omanfyri ber til at hoyra frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge siga frá málunum og dystarendanum.











