FM1: Soleiðis vann B36 2-1 á NSÍ

(FM1) Hoyr frásøgn av málunum, og hoyr høvuðsvenjararnar hjá NSÍ og B36 seta orð á dystin

##med2##

 

Týdningarmikla fjórða plássið í Betrideildini hevur skift eigarar nakrar ferðir hetta kappingarárið. Nú er tað aftur B36, ið er á fjórða plássinum aftaná 2-1 sigur á NSÍ í Hólmanum á Eiði, samstundis sum EB/Streymur tapti 0-2 fyri HB á ovara vølli í Gundadali í Havn.

 

NSÍ – B36 1-2 (1-0)

 

1-0: Mathias Nielsen 16.

 

1-1: Martin Agnarsson 49.

 

1-2: Rasmus Nissen 59.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin, Petur Asbjørn Lervig siga frá teimum trimum málunum, ið vóru skotin í dystinum.

 

2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Sámal Erik Hentze.

 

3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Dan Brimsvík. 

 

- Talan var um javnan dyst. Vit høvdu gott tak á verjuspælinum í fyrra hálvleiki og skoraðu týdningarmikla málið, men fyrsta korterið eftir steðgin vóru vit ikki nóg neyvir í verjupartinum. Teir sektaðu okkum og skoraðu tvey mál, meðan vit ikki megnaðu at vinna úrtøku, hóast vit høvdu góðar málmøguleikar, og eg eri nøgdur við leikliga avrikið, sigur Sámal Erik Hentze venjari hjá NSÍ við FM1.

 

- Eg var ikki nøgdur við avrikið í fyrra hálvleiki, og undir steðginum rættaðu vit okkurt. Hugburðurin var framúr fyrstu løtuna eftir steðgin, og tað bar tvey mál við sær. Martin Agnarsson rann frá verjuni og lyfti bóltin í málið og skoraði fyri triðju ferð í ár. Og so var tað Rasmus Nissen, sum í dag var fremsti maður, sum skoraði sigursmálið. Hetta var fyrsta málið hjá Rasmusi Nissen, síðani hann í summar varð partur av B36, sigur Dan Brimsvík við FM1. 

 

 

 

NSÍ-B36 1-2 (1-0) - Hoyr málini og samrøður við Sámal Erik Hentze og Dan Brimsvík

NSÍ-B36 1-2 (1-0) - Hoyr málini og samrøður við Sámal Erik Hentze og Dan Brimsvík