FM1: Soleiðis tryggjaði Páll KÍ víðari luttøku í Conference League

(FM1) Hoyr sigursmálið og samanumtøku hjá Hjalgrími Elttør av 1-0 sigrinum hjá KÍ á FK Sutjeska

##med2##

 

Allir norðoyingar stórfegnast í kvøld. KÍ er víðari Europa Conference League undankappingini aftaná 1-0, og harvið samlaðan 1-0 sigur á FK Sutjeska í øðrum umfarinum í Europa Conference League undankappingini.

 

Føroyski UEFA roknskapurin er eisini styrknaður aftaná sigurin hjá KÍ í kvøld. Føroyar hava nú higartil vunnið 1.875 UEFA stig, ið eru 0.375 fleiri stig enn í fjør, tá úrtøkan var 1.500 UEFA stig.

 

KÍ - FK Sutjeska 1-0 (0-0) - Samlaður 1-0 sigur.

 

1-0: Páll A. Klettskarð 66.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin, Trónd Arge og viðmerkjaran, Hjalgrím Elttør siga frá sigursmálinum hjá Pálli A. Klettskarð.

 

2) Hoyr frásøgn av dystarendanum.

 

3) Hoyr samanumtøkuna hjá Hjalgrími Elttør og Tróndi Arge. Hjalgrím trýr uppá góðan møguleika hjá KÍ móti Ballkani úr Kosovo. 

 

 

 

KÍ-FK Sutjeska 1-0 (0-0) - Hoyr málini, dystarendan og samanumtøku hjá Hjalgrími Elttør

KÍ-FK Sutjeska 1-0 (0-0) - Hoyr málini, dystarendan og samanumtøku hjá Hjalgrími Elttør