##med2##
Tað gjørdist ein greiður 3-0 sigur til Víking á B36 á ovara vølli í Gundadali í dag. Stóru málroyndirnar vístu sambært dystir.fo hagtrølini 7-2 til Víking, so talan var um ein ruddiliga uppibornan sigur.
B36 – Víkingur 0-3 (0-2)
0-1: Sølvi Vatnhamar br (4.)
0-2: Andreas Lava Olsen (44.)
0-3: Andreas Lava Olsen (54.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannnin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig siga frá teimum trimum málunum Víkingur skoraði í dag.
2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við Noah Mneney hjá Víkingi, ið sera væl nøgdur kundi staðfesta eitt gott avrik hjá Víkingi og ein fult uppibornan sigur.
3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við Michal Przybylski sum viðgongur, at B36 hevur nógv at bøta um aftaná tríggjar ósigrar á rað, har liðið einki mál hevur fingið.