##med2##
NSÍ stendur við góðum kortum at tryggja sær týdningarmikla fjórða plássið, og ÍF fer at spæla í 1. deild komandi kappingarár. Tað stendur fast aftaná 5-2 sigurin hjá NSÍ í Fløtugerði í Fuglafirði í dag.
ÍF er seks stig aftanfyri B68, og NSÍ er tvey stig frammanfyri B36. Fær B36 ikki fult móti Víkingi í tí útsetta dystinum kann NSÍ tryggja sær fjórða plássið við javnleiki móti B36 við Løkin í Runavík komandi leygardag.
ÍF – NSÍ 2-5 (1-1)
0-1: Jørgen Nielsen (5.)
1-1: Tóri Nolsøe Olsen (45.)
1-2: Aron Knudsen (52.)
2-2: Emil Weihe Joensen (77.)
2-3: Jacob Trenskow (85.)
2-4: Klæmint A. Olsen (92.)
2-5: Klæmint A. Olsen (95.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin, Petur Asbjørn Lervig siga frá teimum fimm málunum.
2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við ein vónbrotnan ÍF-venjara, Agnar Prestá sum heldur, at ÍF-leikararnir avgjørt hava betri uppiborið enn at enda í 1. deild.
3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við liðskiparan og tvímálsskjúttan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen sum fegnast um enn at hava evropeisku lagnuna hjá NSÍ til komandi kappingarár í egnum hondum.