##med2##
Tað er fyribils ikki tann stóri spenningurin í oddastríðnum í Betrideildini. KÍ vann í dag 3-0 á Víkingi í oddabrakinum við Djúpumýru í Klaksvík, og er KÍ nú greitt oddalið við 47 stigum, 10 stig frammanfyri Víking. KÍ hevur ikki latið mál inn í 943 minuttir í meir enn 10 dystum. Seinast KÍ fekk mál ímóti sær í Betrideildini var 28. apríl tá liðið leikti 2-2 móti HB.
KÍ – Víkingur 3-0 (1-0)
1-0: Bob Sumareh (5.)
2-0: Árni Frederiksberg (61.)
3-0: Jóannes Bjartalíð (83.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Trónd Arge siga frá teimum trimum málunum hjá KÍ.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við Árna Frederiksberg.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við Svenn Ó. Olsen.
- Tað hevði stóran týdning, at vit skoraðu tíðliga í fyrra hálvleiki, tí tað bar frið við sær á spælið, og vit vóru tolnir og megnaðu at halda høvdið kalt. Tá ið vit øktu um munin til 2-0, kendist tað sum um, at nú høvdu vit heilt gott tak á, og so var tað hugaligt, at innskifti Jóannes Bjartalíð staðfesti 3-0 sigurin, eftir at Jesper Brinck úr vinstru hevði lagt flatt innfyri, segði væl upplagdi Árni Frederiksberg við Trónd Arge á FM1.
-Tað er sera friðarligt í umklæðingarrúminum. Vit vita allir, at tað eingin ivi var um, at KÍ var greitt omaná. KÍ hevur eitt sera gott lið, men í dag fingu teir ikki tað mótspælið, sum vit vita, at vit eru førir fyri at geva teimum. Fyrstu løtuna eftir steðgin vóru vit meiri við, og høvdu vit tá megnað at javna, so vita vit ikki, hvussu tað hevði tørnað út. Tað gjøru vit ikki, og tá ið so KÍ økti um munin, var spurningurin meiri, hvussu stórur sigurin fór at verða, segði Svenn Ó. Olsen í samrøðu við Trónd Arge á FM1.











