##med2##
EB/Streymur helt lív í vónini at tryggja sær gylta fjórða plássið í Betrideildini, ið gevur rætt til Europa Conference League fótbólt komandi summar, soframt 07 Vestur ikki vinnur steypakappingina.
Í dag var Jacob "JayJay" G. Andersen, ið gjørdist stóra hetjan hjá EB/Streymi, tá hann skoraði sigursmálið til 1-0 í 63. minutti.
EB/Streymur-NSÍ 1-0 (0-0)
1-0 Jacob G. Andersen (63.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig siga frá sigursmálinum hjá JayJay.
2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen, ið fegnast um sigurin, men hann minnir samstundis á, at enn er langt á mál við at tryggja EB/Streymi fjórða plássið.
3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen, ið enn er við gott mót, at NSÍ fer at enda røttumegin niðurflytingarstrikuna.