FM1: Soleiðis vann KÍ greitt FM-finaluna í Gundadali

(FM1) Hoyr frásøgnina av teimum trimum málunum KÍ fekk í FM-finaluni á ovara vølli í Gundadali

##med2##

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr frásøgnina hjá Tróndi Arge av teimum trimum málunum, ið Páll A. Klettskarð, Semir Hadzubilic og Jóannes Bjartalíð skoraðu fyri KÍ.

2) Hoyr endan av fyrra hálvleiki.

3) Hoyr dystarendan.

Talan er um 18. meistaraheiti í søguni hjá KÍ. Hetta er fyrstu ferð í 20 ár, at KÍ vinnur bestu mansdeildina.

KÍ er fyrsta felagið sum vinnur bæði bestu og næstbestu mansdeildina og bestu kvinnudeildina í sama kappingarári.

In.fo og FM1 ynska KÍ hjartaliga tillukku við FM-gullinum. 

##ms##

 

(Hoyr hvussu KÍ vann FM-finaluna í Gundadali)