##med2##
EB/Streymur vann seg væl og virðaliga úr botninum í Betrideildini við at vinna 3-1 á AB við Margáir í Streymnesi seinnapartin í dag.
Sigurin merkir, at EB/Streymur hevur níggju stig niður til AB á næstaftasta plássi.
EB/Streymur – AB 3-1 (2-0)
1-0: Bárður Olsen (36.)
2-0: Gestur B. Dam (38.)
2-1: Adeshina Lawal (58.)
3-1: Gestur B. Dam (68.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum fýra málunum. Viðmerkjari til dystarfrásøgnina var Teitur Joensen.
2) Hoyr Teit Joensen taka samanum dystin. Teitur heldur avgjørt, at AB serliga í fyrra hálvleiki hevði møguleikarnar, men EB/Streymur var effektivari, og tað bleiv avgerandi. Teitur vil eisini rósa EB/Streymi fyri at duga at sláa til teir røttu dystirnar, og nú liggur væl fyri hjá EB/Streymi at fáa enn eitt kappingarár í bestu fótbóltsdeildini.
HER ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við annan av venjarunum hjá AB, Tonny Brimsvík og høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen.