##med2##
Tað sokallaða skerda liðið hjá HB fekk aftur fullan pott í dag, og heldur fast við oddasessin í Betrideildini.
Í einum ikki serliga væl leiktum dyst vann HB 2-0 á EB/Streymi við Margáir í Streymnesi. Bæði málini komu í fyrra hálvleiki. Tað fyrra var eitt málmansdropp - eitt sjálvmál - hjá Róa Zachariassen í málinum, og landsliðsleikarin í hondbólti, Hilmar Leon Jakobsen syrgdi fyri seinna málinum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá báðum málunum. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjarin hjá HB, Jens Berthel Askou. Jens Berthel er ærligur og staðfestir, at talan var um ein vánaligan dyst, og hann er glaður fyri, at hansara spælarar gjørdu nóg mikið til at vinna. Seinastu vikurnar hava verið strævnar hjá Jens Berthel og skerda hópinum, og er Jens Berthel errin yvir, at hópurin hevur burtursæð frá 0-2 tapinum móti NSÍ á útivølli staðið seg væl, og hava annars fingið eitt úrslit hvørja ferð. Nú gleðir Jens Berthel seg at fáa skaddar spælarar aftur, og harvið størri kapping um plássini.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen. Hoyr eisini viðmerkjaran hjá FM1, Teitur Joensen taka samanum dystin.