FM1: Skála iðrar seg - B36 andar lættan

(FM1) Hoyr hvussu Sebastian Pingel tryggjaði B36 trý stig, og hoyr høvuðsvenjaran hjá Skála, Sorin Anghel og hjálparvenjaran hjá B36, André Olsen seta orð á 2-1 sigurin hjá B36

##med2##

B36 slapp við skrekkinum undir Mýruhjalla á Skála tá Sebastian Pingel í 93. minutti fekk beint bóltin í málið til sigursmálið 2-1. Áðrenn tað hevði Skála eitt gott stig á hondum, ið hevði hálað teir upp á næstaftasta plássið í deildini.

Skála-B36 1-2 (1-1)

0-1 Hannes Agnarsson (1.)

1-1 Aksel B. Danielsen (36.)

1-2 Sebastian Pingel (93.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá heimildarmaðurin hjá FM1, Sverri Jensen var beinleiðis ígjøgnum og segði frá løtuni tá Sebastian Pingel skoraði til 2-1 til B36.

2) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Sorin Anghel sum iðrar seg um, at Skála ikki fekk úrtøku burturúr dystinum, Skála hevði enntá tveir góðar málmøguleikar áðrenn Pingel skoraði. Men Sorin undirstrikar, at hann er nøgdur við hugburðin og við leikliga avrikið, nú skal stríðast sum úlvur á skóg móti EB/Streymi og TB seinastu dystirnar fyri at royna at bjarga Skála í deildini. 

3) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við ein lættan hjálparvenjara hjá B36, André Olsen sum staðfestir, at løtan tá Pingel skoraði til 2-1 minti um avgerandi løturnar móti Levadia Talinn og The New Saints í Europa League undankappingini. André sigur seg ikki hava so góðar vónir at fanga annað plássið, men hann sær møguleikan at stríða seg upp á triðja plássið, ið kann geva atgongd til Europa League um steypakappingin lagar seg. 

(Skála-B36 1-2 (1-1) - Hoyr sigursmálið og samrøður við Sorin Anghel og André Olsen)