##med2##
Víkingur hevði átta gyltar minuttir undir Mýrihjalla á Skála, ið avgjørdu alt.
Tá níggju minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki var støðan 0-0. Níggju minuttir seinni var Víkingur á odda 3-0. Beint undan steðginum økti Víkingur til 4-0, og tað gjørdist eisini endaliga úrslitið av dystinum.
Skála – Víkingur 0-4 (0-4)
0-1: Jákup Johansen (10.)
0-2: Lukasz Cieslewicz br. (14.)
0-3: Atli Gregersen br. (18.)
0-4: Vukasin Tomic (45.)
Niels Pauli Danielsen hjá Skála staðfestir, at avrikið hjá Skála í fyrra hálvleiki var undir alt lágmark. Í seinna hálvleiki var talan um at steðga flóðalduni og bøta um skaðan. Tað eydnaðist so, men eftir stendur ein greiður 0-4 ósigur.
Fyri Ara Olsen hjá Víkingi var tað eitt sindur serligt at vera á Skála aftur, og spæla fyri mótstøðuliðið hjá Skála. Ari stórfegnast um avrikið í fyrra hálvleiki, ið var meir enn nóg mikið til at vinna ein tryggan sigur á Skála. Ari fegnast eisini um, at ungir menn sum Noah Mneney, Olaf Bárðarson og Aron Jarnskor Ellingsgaard fingu møguleikan á liðnum hjá Vìkingi í seinna hálvleiki.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna Árni Gregersen, reportari hjá FM1 gjørdi við Niels Paula Danielsen.
2) Hoyr samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við Ara Olsen.