Víkingur-AB á FM1 klokkan 19 í kvøld

Talan er um útsetta dystin frá triðja umfari í Betrideildini hjá monnum

Klokkan 19 í kvøld verður útsetti dysturin frá triðja umfari í Betrideildini hjá monnum millum Víking og AB leiktur í Sarpugerði í Norðragøtu.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Sendingin byrjar klokkan 18.55.

 

Frásøgumaður verður Petur Asbjørn Lervig og viðmerkjari verður Víkinga- og EB/Streyms legendan, Gert Hansen.

 

In.fo hevur saman við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo