Sunnudagin klokkan 16 verður tann fyrsti almenni dysturin í fótbóltskappingarárinum bríkslaður í gongd á Tórsvølli.
Talan er um stórsteypadystin millum FM-vinnararnar, KÍ og steypavinnararnar, B36. Talan er um 16. ferð, at stórsteypadystur hjá monnum verður leiktur.
Tað er í ár Epilepsifelagið, ið fær ágóðan av bæði stórsteypadystunum hjá kvinnum og monnum, umframt stórsteypadystunum í hondbólti, sum vórðu spældir í september í fjør. Samlaða upphæddin, ið er til avlops frá teimum tilsamans fýra dystunum, kemur Epilepsifelagnum til góðar.
FM1 verður við frá byrjan við fótbóltsfrásøgnum gjøgnum alt kappingarárið.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá stórsteypadystinum. Sendingin byrjar klokkan 15.50.
Øll kunnu frásøgnina á www.fm1.fo











